Línuskip: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, tað er við Ísland, og landar mánadagin. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Eitt er við Ísland.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri er meir ivasamt í vikuni. Fiskaríið er ikki gott fyri tíðina, so tí rokna vit ikki við at tað verður nógvur útróðrur í vikuni.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska mest av blálongu og stinglaksi.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Trý pør fiska gulllaks
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Landa helst fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur annar avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt, eitt landar mánadagin, og hitt landar síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt, tað landar helst mitt í vikuni.