Meting fyri viku 20, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum.  Tvey frystilínuskip eru við Ísland, sjey eru við Eysturgrønland,eitt er á Flemish Kap og eitt við Føroyar. Okkurt landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður brúiligt onkran dag, men meira ivasamt fleiri dagar í vikuni. Tí vanta vit ikki so nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Ein fiskar svartkalva og ein fiskar tosk og svartkalva. Allir landa í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Tey flestu landa í vikuni. Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri er til vildar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her