Meting fyri viku 20, 2022

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip. Bæði eru á Føroya Banka. Báðir koma at landa í vikuni Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Vit rokna við at onkur av teimum smærru línuskipunum fara avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru við Eysturgrønland og try undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. Veðri verður gott, men vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fiskaríið er vánaligt.

Djúpvatnstrolarar: Tað er bara ein djúpvatnstrolari til fiskarí. Hann fiskar djúpvatnsfisk, kongafisk, blálongu og svartkalva.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av, tó heldur fragari nú. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara nakrir avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað kemur at landa fyrst í vikuni og hitt seinni í vikuni. Brúkiligt fiskarí. Tvey fiska havtasku, eisini brúkiligt fiskarí.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her