Samandráttur.
Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Nú hava øll virkir opið aftur, men koyra við niðursettari arbeiðsorku.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Eitt undan Íslandi, eitt undan Eysturgrønlandi og eitt undan Føroyum, koma at landa í vikuni. Tey hava ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Tvey byrja at fiska ímorgin 11/05.Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí, men okkurt skal landa fyrst í vikuni.
Útróður: Veðri verður gott og streymurin verður góður, so helst verður nakað av útróðri, men óvissan við prísi, serliga á hýsuni, ger at fleiri setast aftur.
Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiskaríið eftir upsa, hevur verði gott tað síðstu tíðina. Eitt par fiskar mest svartkalva. Tey landa sum vikan líður. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Øll landa í vikuni
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her