Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er vestanfyri og fiskar mest av toski og hýsu. Eitt frystilínuskip er við Ísland og fimm eru við Føroyar
Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður ikki so gott, so tað verður ikki tað stóra av útróðri. Men vit rokna við at nakrir av teimum størru útróðrabátunum gera onkran túr.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er á Íslandarygginum og ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, tó landar eitt par ídag 6/1. Tað hava mest av hýsu, meðan hini fiska mest av upsa og so nakað av rudi.
Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka og ein er norðanfyri. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Annað landar ídag 6/1 og hitt seinni í vikuni. Smáligt fiskarí
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her