Samandráttur.
Línuskip. Seks frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í Barentshavinum. Restin liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri sær ikki so lovandi út, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski og so er ein vestanfyri og fiskar havtasku. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir koma at landa mánadagin.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her