Meting fyri viku 19, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum.  Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Eitt liggur við bryggju. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nakað av útroðri.

Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Hinir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí.  Tey flestu landa í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trýggir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Allir landa í vikuni. Vantandi fer onkur út í næstum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her