Meting fyri viku 19, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Bara trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Eitt er undir Føroyum og kemur vantandi at landa mánadagin ella mikudagin. Eitt er við Eysturgrønland og kemur tað at landa miðskeiðis í vikuni. So er eitt við Ísland, men tað er ivasamt um tað landar í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland. Tey fáa mest av toski. Tvey eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.

Útróður: Streymurin verður ikki av tí besta og veðri er eisini ivasamt ein part av vikuni. Fiskaríið er ikki gott fyri tíðina, so tí rokna vit ikki við at tað verður nógvur útróðrur í vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað í næstum. Teir fiska mest av kongafiski, blálongu og stinglaksi.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu, men fiskiskapurin er vánaligur. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Fýra eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Landa møguliga fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur annar avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er hampuligt og koma báðir at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her