Meting fyri viku 18, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Tvey línuskip eru til fiskarí. Annað er vestanfyri og hitt er norðanfyri. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Møguliga landa tey síðst í vikuni.  Fimm frystilínuskip fiska við Eysturgrønland og trý fiska við Føroyar. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott. Fiskaríið er smáligur hjá bátunum fyri tíðini, so tí vanta vit ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu. Hann landar miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva, ein liggur við bryggju og so er ein á beding.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at trýggir landa í vikuni, meðan tann fjórði landar hist í næstu viku. Møguliga fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her