Meting fyri viku 18, 2022

Samandráttur.

Línuskip.Eitt stórt ísfiskaskip og eitt minni, eru úti. Vantandi landa bæði fyrst í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Smáligt fiskarí. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland og tvey undir Føroyum.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur og veðri sær út til at blíva brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á kongafiskaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Hin liggur við bryggju.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru til fiskarí og koma báðir at landa fyrst í vikuni. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Landleiðin byrjar 1 mai, so helst fer onkur á landleiðina at fiska.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her