Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini eru til fiskarí. Annað landar í vikuni og hitt í aðru viku. Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fimm eru við Grønland, eitt við Føroyar, eitt er á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva, ein liggur við bryggju og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks og eitt par liggur við bryggju. Fiskaríið hevur verði hampuligt, men er minni nú. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Nøkur landa í vikuni.
Trolbátar: Fimm eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Nakrir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her