Samandráttur.
Línuskip.Eitt stórt ísfiskaskip og trý minni, eru úti. Vantandi landa øll í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu. Smáligt fiskarí. Seks frystilínuskip eru við Eysturgrønland og eitt undir Føroyum.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri sær út til at blíva brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Annar er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tríggir eru til fiskarí og koma báðir at landa í vikuni. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Vantandi fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her