Meting fyri viku 17, 2021

Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip eru undir Føroyum og eitt er undir Íslandi. Tað undir Íslandi landar mánadagin, og vit rokna við at tað við Føroyar landar mitt ella síðst í vikuni. Helst fer okkurt línuskip út í næstum. Av frystilínuskipunum eru fýra undir Føroyum og eitt undir Íslandi.

Útróður: Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður gott, so tað verður helst ikki so nógv av útróðri. Fiskaríið er smáligt fyri tíðina.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, hin er sunnanfyri eftir stinglaksi og blálongu. teir landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligt. Tey landa sum vikan líður. trý pør eru farin eftir gulllaksi.

Trolbátar: Fimm eru norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski. Vit rokna við at fýra koma at landa mánadagin og ein mikudagin.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskiskapurin er góður hjá øllum.