Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í vikuskiftinum Eitt frystilínuskip eru við Ísland, landar mánadagin, og eitt er við Føroyar. Fýra eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta, so tað verður nógvur útroður.
Djúpvatnstrolarar. Tveir fiska svartkalva. Ein hevur verði á Íslandsrygginum, men fer vantandi at fiska svartkalva nú. Vantandi landa tveir av djúpvatnstrolarunum í vikuni. Jákup Sverri fiskar norðanfyri. Fær mest av hýsu og toski. Landar miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Smáligt fiskarí. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur út í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
