Samandráttur.
Línuskip: Trý ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Vit rokna við at øll landa fyrst í vikuni. Skipini hava mest av toski, hýsu og longu. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er við Ísland.
Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður skiftandi ein part av vikuni og av tí at páskirnar eisini verða í vikuni, so vanta vit lítið av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru nýliga byrjaður túr eystanfyri og royna eftir svartkalva. Vit rokna ikki við at teir landa í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er vánaligt. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara helst út tá I kassin opnar fyrst í apríl
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her