Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er undir Íslandi tað landar mánadagin. Fýra eru undir Føroyum, Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Eitt landar mánadagin, møguliga landar okkurt seinni í vikuni. Trý frystilínuskip eru undir Íslandi og fýra eru undir Føroyum.
Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar síðst í vikuni. Veðri verður hampuligt alla vikuna, so helst verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti, ein er eystanfyri og roynur hann eftir svartkalva. Møguliga landar hann síðst í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Tey landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fýra eru til fiskarí, teir fiska mest tosk og nakað av hýsu og flatfiski. Helst landar onkur mánadagin og hinir mitt í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er fragari nú. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.