Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar. Hann er akkurát byrjaður, so tað er ivasamt um hann landar í vikuni. Trý frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Grønland og tvey eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður brúkiligt fyrst í vikuni, men meira ivasamt seinni í vikuni. Ættin verður mest millum eystan og sunnan, so tað verður kanska nakað av útróðri norðanfyri. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir frystitrolarir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, blálonga og kongafisk. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski. Vantandi fer onkur trolari avstað í næstum.
Partrolarar: Øll, uttan eitt, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa, men nakað av hvítingi fáa tey tó. Nøkur landa í vikuni.
Trolbátar: Fimm trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her