Meting fyri viku 10, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar, smáligt fiskarí. Hann fær mest av hýsu og kemur at landa mánadagin. Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt er við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin er hampuligur, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður ikki gott, so tað verður ikki so nógvur útróður. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er er blandingur av toski og hýsu bátarnir fáa. Tað eru fleiri sum fiska við snellu.

Djúpvatnstrolarar: Ein frystitrolari er til fiskarí. Hann fiskar svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar nú, so hann kemur inn við nakað av hýsu og toski. Vantandi fer onkur trolari avstað í næstum.

Partrolarar: Øll, uttan eitt, eru til fiskarí. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tað er ikki nógv av hvítfiski pørini fáa, men nakað av hvítingi fáa tey tó. Nøkur landa í vikuni.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her