Meting fyri viku 10, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Tey flestu eru til fiskarí. Vit rokna við at tey flestu koma at landa síðst í vikuni. Tey fiska mest av longu, tosk og so nakað av hýsu og brosmu. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí. Fimm fiska við Ísland og tvey við Føroyar

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ivasamt fyrst í vikuni, men fragari seinni. So tað verður lítið av útróðri fyrst í vikuni, men helst nakað seinni í vikuni.  

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk og hýsu, ein kongafisk og ein fiskar stinglaks. Allir koma at landa í vikuni.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara helst avstað tá veðri verður betri.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her  

Heinta alla metingina her