Samandráttur.
Línuskip: Fimm ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Fýra av teimum landa mánadagin, meðan tað fimta landar seinni í vikuni. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, eitt undir Íslandi og hinir undir Føroyum
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður ikki av tí besta. Tí er ikki vantandi at tað verður so nógvur útróður. Bátarnir fáa nógv mest av hýsu og so tosk.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og upsa. Teir koma at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fimm eru til fiskarí. Teir fiska mest av havtasku, tosk, hýsu og so nakað av flatfiski. Teir flestu landa fysrt í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her