Samandráttur:
Línuskip: Eitt línuskip landar mánadagin, fiska undir Føroyum. Tvey ísfiskalínuskip eru við Ísland. Ivasamt um tey landað í vikuni. Eitt frystilínuskip er eisini við Ísland. Restin liggur við bryggju, men helst fara fleiri avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er harður, men blívur betri út á vikuna. Veðri verður brúkiligt, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska upsa og koma helst at landað síðst í vikuni. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma at landa sum vikan líður. Fiskiskapurin kundi verði betri.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju(fríggjadag 16 feb.), men fara út tá veðri verður betri.
Garnaskip: Vit væntað at allir tríggir koma at landað síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingi her