Samandráttur:
Línuskip: Fimm línuskip fiska longu og brosmu. Eitt landar mánadagin, meðan hini koma vantandi at landa síðst í vikuni. Trý fiska tosk, svartkalva og so nakað av blálongu og lira. Tey koma helst eisini at landa síðst í vikuni. Nøkur liggja við kaj, men vit vantað at tey fara avstað í næstum, tí at bæði veður og streymur verður tilvildar í komandi viku. Eitt frystiskip er undir Føroyum og eitt er við Grønland.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini hampuligt, so vit vantað nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva og kemur helst at landað síðst í vikuni. Tveir fiska upsa og koma at landað mánadain. Teir sum frysta fiskin umborð, fiska allir svartkalva.
Partrolarar: Teir flestu eru úti og koma at landa sum vikan líður. Fiskaríið er á einari leið. Fáa lítið av hvítum fiski.
Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vit vantað allar inn fyrst ella miðskeiðis í vikuni.
Garnaskip: Trýggir fiska svartkalva og koma allir at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her