Meting av tilfeinginum fyri viku 9, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Bara tvey línuskip eru til fiskarí. Eitt landar mánadagin og hitt landar helst seinni í vikuni. Tey fiska mest av toski og longu. Streymurin verður hampuligur í næstu viku og veðurforsøgnin sær hampulig út, so vit vanta at fleiri línuskip fara avstað í vikuni. Frystilínuskipini eru øll, uttan eitt, til fiskarí. Fýra fiska við Ísland og tvey við Føroyar

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini til vildar, so vit vanta nógvan útróður.  

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.

Partrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara avstað tá veðri blívur betri.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara helst avstað tá veðri verður betri.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Allir landa síðst í vikuni.

Heinta veðurforsøgnina her  

Heinta alla metingina her