Meting av tilfeinginum fyri viku 7, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Bara trý línuskip eru til fiskarí. Eitt landar mánadagin og hini landa helst seinni í vikuni. Tey fiska mest av toski, hýsu og longu. Fiskiskapurin er góður. Streymurin verður harður í næstu viku, men veðurforsøgnin sær góð út, so vit vanta at nøkur línusk fara avstað í vikuni. Frystilínuskipini sigla øll heim av Flemish Kap.

Útróður: Streymurin verður harður alla vikuna, men veðri verður brúkiligt, so kanska tað verður nakað av útróðri, hóast harðan streym.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríð er gott fyri tíðina. Teir landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara helst avstað tá veðri verður betri.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú, men framvegis smáligur. Eitt landar mánadagin, meðan hini landa síðst í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her  

Heinta alla metingina her