Meting av tilfeinginum fyri viku 40, 2019

Samandráttur.

Línuskip. Tvey eru á rygginum og fiska. Annað landar mánadagin, meðan hitt landar seinni í vikuni. Tey fáa mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Eitt línuskip er norðanfyri og kemur tað at landa mánadagin. Tað hevur mest av toski og hýsu. Eitt er undir Íslandi og tað landar miðskeiðis í vikuni. Tað hevur ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Restin liggur við bryggju og bíða eftir betri veðri og streymi. Av frystiskipunum, so er eitt við Eysturgrønlandi, eitt undir Íslandi og tvey eru í føroyskum sjógvi. Eitt tekur ímóti fiski við Grønland.

Útróður: Streymurin er sera harður fyrst í vikuni, men batnar út á vikuna. Veðri verður hampuligt, so tað verður kanska nakað av útróðri, sjálvt um streymurin er harður. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og ein fiskar mest av hýsu og toski. Vit rokna við at báðir landa miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er hampuligt. Fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tey landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí. Hann er akkurát byrjaður og kemur tí vantandi at landa síðst í vikuni. Hann fiskar mest av toski, havtasku, longu, upsa og so nakað av hvítingi. Vit rokna við at nakrir fara avstað í næstum.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.

Heinta alla metingina her