Samandráttur.
Línuskip. Næstan øll línuskipini eru til fiskarí undir Føroyum, tvey eru tó undir Íslandi. Tey fiska fyri tað mesta tosk, hýsu og so nakað av longu. Eitt er á rygginum og tað far so nakað av svartkalva og blálongu afturat toskinum. Vit rokna við at annað skipið undan Íslandi landar mánadagin, meðan hitt neyvan landar hesa vikuna. Tey flestu skipini undan Føroyum landað sum vikan líður.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Bátarnir hava gott fiskarí. Tað er so at siga bara toskur og hýsa.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska allir á djúpum vatni, so tað er mest svartkalvi, kongafiskur og onnur djúpvatnsfiskasløg. Ein landar helst fyrst í vikuni, meðan hinir landa seinni í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er fyri tað mesta smáligt.
Trolbátar: Tríggir eru til fiskarí. Teir fiska fyri tað mesta tosk og hýsu, men fáa eisini nakað av upsa og havtasku og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at allir landa miðskeiðis í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð. Fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir fiskin, meðan hitt ísar havtaskuna.
Heinta alla metingina her