Meting av tilfeinginum fyri viku 34, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip. Eitt fiskar mest av toski og hýsu, meðan hitt er á Føroya Banka, fær mest av hýsu og so nakað av skøtu. Tað av F.B. landar mánadagin og so hitt miðskeiðis í vikuni. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum. Tað landar mánadagin og hevur tað mest av toski og svartkalva. Eitt er nýliga byrjað at fiska við Ísland og kemur tí neyvan at landa í vikuni. Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap, tvey fiska við Grønlandi, eitt tekur ímóti fiski við Grønlandi og eitt liggur við bryggju. Helst fer okkurt línuskipið avstað í næstum.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan líður, og veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á djúpum vatni, men kemur neyvan at landað í vikuni, tí hann er akkurát byrjaður túr.

Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa, uttan eitt sum fiskar gulllaks. Fiskaríið er smáligt, tó fáa tey okkurt gott hálið av og á.

Trolbátar: Tríggir eru á landleiðini og koma helst allir at landa mánadagin. Teir fiska mest tosk og flatfisk. Vit rokna við at onkur fer út um vikuskiftið.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð.  Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her