METING AV TILFEINGINUM FYRI VIKU 32, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru tvey línuskip, tey fiska mest av toski og hýsu. Tað eina landar helst mitt í vikuni og hitt í aðru viku. Eitt línuskip eru undir Íslandi og kemur eisini at landað miðskeiðis í vikuni, Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap og eitt við Grønland. Hini frystilínuskipini liggja við bryggju. Fleiri línuskip hava lagt at pussa upp í summar.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men veðri verður gott. Vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí at fleiri útróðrabátar hava lagt fyri summari og so hevur bólkur 5B ongar fiskidagar eftir. Bátarnir fiska mest av toski og hýsu.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men fleiri virkir lata upp aftur í aðru viku, so okkurt par fer helst út í vikuni. Trý av teimun fiska gulllaks.

Trolbátar: 7 trolbátar eru til fiskiskap, teir eru norðanfyri og eystanfyri, teir fiska mest tosk og hýsu. Vantandi landa tveir mánadagin og hinir seinni í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin, meðan hini ísa fiskin umborð, tey landað fyrst í vikuni.