METING AV TILFEINGINUM FYRI VIKU 29, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru fimm línuskip til fiskiskap, Tey fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Okkurt av teimum kemur inn mánadagin at landað, og hini seinni í vikuni. Av frystilínufiskiskipunum eru tvey við Ísland og tvey við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin verður harður í vikuni, men veðri verður gott, men av tí at bólkur 5B ikki hevur nakar dagar eftir, so tað verður helst ikki so nógv av útróðri. Bátarnir hava annars góðan fiskiskap og fáa mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna við at í hvussu so er annar landar í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Upsa fiskiskapurin er ikki so góður. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: 4 Trolbátar eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa mitt í vikuni, tí landleiðin er stongd frá 18 til 31 Juli. 2 Trolbátar er norðanfyri teir landa báðir mánadagin.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Fiskaríið er smáligt.