Meting av tilfeinginum fyri viku 28, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru trý línuskip til fiskiskap, men fleiri fara út um vikuskifti . Tey fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Okkurt av teimum kemur møguliga at landað í vikuni. Eitt er við Eysturgrønland og eisini tað hevur mest av toski. Tað landar helst í viku. Av frystilínufiskiskipunum eru tvey við Ísland og tvey við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna við at teir landa í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: 4 Trolbátar eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma at landa fyrst ella mitt í vikuni. Hinir trolbátarnir fara helst út í vikuskiftinum

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Fiskaríið er smáligt.