Meting av tilfeinginum fyri viku 26, 2019

Línuskip:  Undir Føroyum eru seks línuskip. Tveir eru á rygginum og hinir inni á grunninum. Teir fiska mest av toski og longu og so nakað av hýsu og brosmu. Møguliga vedrður nakað av svartkalva og blálongu frá bátunum á rygginum. Trýggir landa fyrst í vikuni og so helst nøkur seinni í vikuni. Fiskaríið er gott. Við Ísland eru tvey línuskip. Bæði landað miðskeiðis ella síðst í vikuni.. Eitt frystilínuskip eru við Ísland og eitt er við Eysturgrønland.

Útróður: Streymurin er góður og veðurforsøgnin er eisini góð, so vit vantað nógvan útróður. Fiskaríið er gott. Nógv mest toskur og hýsa og so eitt sindur av hvítingi.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru til fiskarí. Ein landar í vikuni,men hin landar neyvan í vikuni,tí hann eru nýligaði byrjaðir túr. Báðir eru djúpt og fiska mest av svartkalva og nakað av kongafiski.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma tey at landa sum vikan líður. Smáligt fiskarí. Trý pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Ein landar mánadagin og hinir síðst í vikuni. Ein trolbátur er á rygginum og ein er norðanfyri. Smáligt fiskarí hjá báðum. Báðir landa mánadagin.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er smáligt.

Heinta alla metingina her