Meting av tilfeinginum fyri viku 22, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Eiit ísfiskalínuskip er undir Íslandi og kemur helst at landa síðst í vikuni. Undir Føroyum eru bara trý línuskip og tey landa væntandi eisini síðst í vikuni. Undir Føroyum eru eisini tvey frystilínuskip.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisni gott,so man kann rokna við nakað av útróðri. Smáligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí undir Føroyum. Teir landað helst miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Fleiri pør eru til fiskarí. Skipini fáa okkurt brúkiligt hálið. Nøkur koma at landa í vikuni.

Trolbátar: Tríggir eru á landleiðini og tríggir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Vit vóna at onkur kemur inn fyrst í vikuni og so koma nokk fleiri inn síðst í vikuni.

Garnaskip: Vit væntað at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, landa í vikuni. Eitt hevur lagt og er farin at pussað upp.

Heinta alla metingina her