Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru fýra línuskip. Vit rokna við trý landað mánadagin og hitt seinni í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Við Ísand er ísfiskalínuskip og kemur að at landað antin síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fýra frystilínuskip eru eisini við Ísland.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, men nógv høgætt, sum ikki er ein góð ætt til útróður norðanfyri. Men vit rokna við nakað av útróðri alíkavæl.
Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí. Teir fiska svartkalva, stinglaks og blálongu. Báðir koma at landað í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí og koma teir at landa sum vikan líður. Fiskaríið eftir upsa er einki at reypa av. Trý pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað frystir fiskin, meðan hitt ísar fiskin umborð. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her