Meting av tilfeinginum fyri viku 11, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Tey flestu eru til fiskarí. Eitt er nýliga byrja við Ísland og hini eru øll við Føroyar. Tey fiska mest av longu, toski, hýsu og brosmu. Fleiri landað mánadagin og so kanska okkurt seinni í vikuni. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí. Fimm fiska við Ísland og tvey við Føroyar. Fiskiskaputin er góður hjá øllum skipum

Útróður: Streymurin verður sera harður og veðri verður ivasamt, so tí rokna vit ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk og hýsu, ein kongafisk og ein fiskar stinglaks. Allir koma at landa í vikuni.

Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.

Trolbátar: Allir uttan ein, fiska norðanfyri. Teir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Vit rokna við at teir flestu landa fyrst í vikuni.

Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Tveir landa mánadagin og tann triðji síðst í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her  

Heinta alla metingina her