Meting av tilfeingið fyri viku 10, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Øll línuskipi eru til fiskarí. Eini 3-4 landa mánadagin og so fleiri seinni í vikuni. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Fiskaríið er gott.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini hampuligt, so vit vantað nógvan útróður. Fiskaríið er gott, bæði hjá snellubátunum og teimum sum fiska við línu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir landa mánadagin og ein landar miðskeiðis í vikuni. Tveir fiska upsa og ein ger yvirlitskanningar norðanfyri, so tað verður helst mest av toski, hýsu og upsa hann kemur við. Ein fiskar stinglaks og annan djúpvatnsfisk.

Partrolarar: Allir eru til fiskarí og koma teir flestu at landað sum vikan líður. Fiskaríið er heldur fragari eftir upsa. Eisini fáa teir nakað av toski og longu.

Trolbátar: Allir eru til fiskarí. Nakrir fiska tosk og hýsu og so eru nakrir eftir havtasku. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er hampuligt hjá skipunum. Eitt landar mánadagin og hitt seinni í vikuni.

Heinta alla metingina her