Kunningarskriv frá FISF

Kunning til landingarmiðstøðir, virkir og sølufeløg um MSC góðkenningar av toski, hýsu, upsa, longu og brosmu undir Føroyum

Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF) yvirtók MSC góðkenningina av upsanum (MSC-F-31374) og MSC góðkenningina av longu og brosmu undir Føroyum (MSC-F-31402) síðst í mai 2021. Tann 1. september bleiv MSC góðkenningin fyri longu og brosmu viðka til at eisini at fevna um toski og hýsu, sum tí nú eisini eru MSC góðkend. Á heimasíðuni hjá MSC (www.msc.org) verða hesar góðkenningar nevndar ávikavist: “FISF Faroe Islands saithe fishery” og “FISF Faroe Islands cod, haddock, ling and tusk fishery”.

A:        Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF) varðar nú av MSC góðkenningini fyri fiskiskap eftir toski, hýsu, upsa, longu og brosmu undir Føroyum. MSC góðkenningarnar fevna um øll skrásett føroysk fiskifør, sum hava galdandi fiskiloyvir frá Fiskimálaráðnum/Vørn, at fiska undir Føroyum, um fiskurin verður veiddur og/ella keyptur av felag, sum hevur avtalu við FISF. Yvirlit yvir feløg sum hava avtalu við FISF sæst á hesi leinkju: https://www.fisf.fo/fo/partur-av-godkenning/

B:        Øll fiskifør mugu fylgja galdandi lógum og kunngerðum, sum ásettar eru fyri føroysk fiskifør í føroyskum sjógvi og krøvum, sum ásett verða í samband við MSC góðkenning av fiskiskapi. Avgerðir tiknar av FISF viðvíkjandi MSC góðkenningini eru bindandi fyri øll fiskifør.

C:         Um veiðan skal varðveita MSC góðkenningina, má veiðan landast til feløg (landingarmiðstøðir ella virkir), sum hava avtalu við FISF. Sølufeløg, sum selja veiðuna/vøruna mugu eisini hava avtalu við FISF, um vøran skal seljast sum MSC góðkendur fiskur. Feløg sum keypa, virka og selja MSC góðkendar fiskavørur brúka síni egnu MSC CoC nummur til merkiseðlar, fakturar o.a. Certificeringsfeløg sum DNV og TUN sum veita MSC CoC góðkenningar til virkir sum keypa og selja MSC fiskavørur eru kunnaði um bygnaðin.

D:        Endamálið er, at kostnaðurin verður býttur so rímiligt sum gjørligt millum tey feløg, sum ynskja at keypa, selja og virka MSC góðkendar fiskavørur í mun til ágóðan, ið feløgini fáa av MSC góðkenningunum.