Kunning frá Fiskamarknaði Føroya (FMF)

Lækking av gjaldinum

Uppboðssølan í núverandi líki varð stovnað í 2005 og gjaldið var tá 1,5%, har keypari og seljari gjalda 0,75% í part. Hetta gjaldið hevur verið óbroytt øll árini.
Nevndin hevur viðgjørt gjaldið og hevur viðtikið, at gjaldið lækkar frá 1. juli 2026 við 33% til 1%, soleiðis at hvør partur nú bert skal gjalda 0,5%.

Vegna Fiskamarknað Føroya (FMF)

Høgni Hansen, stjóri