Eivind og Mars á søluna fríggjadagin 27/02-26

Eivind og Mars koma at selja fríggjadagin 27/02-26

Eivind hevur fiska við Ísland og Mars við Føroyar.

Eivind kemur at koyra hetta á søluna:

Toskur 110 tons.

Hýsa 73 tons.

Brosma 16 tons.

Longa 41 tons.

Skøturavar 2 tons

Livur 4,6 tons

Toskarogn 2,9 tons.

Longurogn 1 tons.

So hevur hann nakað av kongafiski, upsa, blálongu og steinbítið.

Tølini hjá Mars koma seinni. Hann hevur uml 100 tons.

Fiskamarknaður Føroya.