Vit hava stongt frá Hósdegnum 19/12 til 2 Januar
Fiskamarknaður Føroya
Vit hava stongt frá Hósdegnum 19/12 til 2 Januar
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landa mánadagin. 10 frystilínuskip eru við Føroyar. Vantandi koma øll inn í vikuni. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin. Fiskaríið er gott.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolarir fiskar svartkalva.
Partrolarar: Øll pørini, uttan eitt, eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski.. Øll koma at landa fyri jól
TrolbátarTríggir eru á Skeivabanka og fiska havtasku og tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskarí er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu. Hann kemur at landað fyrst i aðru viku. 10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein frystitrolari er úti. Hann fiskar svartkalva. Vit rokna við at onkur trolari fer út í næstum.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Veðri hevur verði vánaligt, so tað er ikki komið so nógv burturúr. Vantandi landa trý pør í vikuni. Helst fer okkurt parið avstað í næstum.
Trolbátar: Bara ein er úti til fiskarí. Hann fiskar havtasku. Vantandi fer onkur trolbátur avstað tá veðri verður betri.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Kappin kemur at selja frystan fisk ímorgin 04/12-24
Hevur uml 11 tons, mest toskur av Íslandsrygginum og so nakað av blálongu og svartkalva.
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni. 10 frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður og veðurvánirnar eru vánaligar, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska tosk á Íslandsrygginum og ein er eystanfyri og fiskar mest av blálongu. Vantandi landa allir í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva og ein fiskar tosk.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Nøkur pør koma helst at landa í vikuni.
Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka og tveir eru norðanfyri. Brúkiligt fiskarí á Skeivabanka, men smáligt norðanfyri. Teir á Skeivabanka fáa ein blanding av havtasku, toski, longu og hvítingi, meðan teir norðanfyri fáa mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland og tvey eru við Grønland (annað landar mánadagin). Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðurvánirnar eru vánaligar, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar kongafisk vestanfyri. Hann landar vantandi síðst í vikuni. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Eisini hann landar í vikuni. Hinir djúpvatnstrolarnirliggja við bryggju
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Tey flestu eru nýliga byrjaði túr, so helst landa einans tvey pør í vikuni.
Trolbátar: Trýggir eru á Skeivabanka og tveir eru norðanfyri. Brúkiligt fiskarí á Skeivabanka, men smáligt norðanfyri. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Góðu viðskiftafólk,
Faroe Ship hevur røkt farmasigling millum Tórshavn og Scrabster í samfull ár, men vit ásanna, at nøgdir hava verið í minking seinastu nógvu árini.
Í hesum sambandi er støða tikin at steðga við farmasigling millum Tórshavn og Scrabster, men ístaðin sigla Tórshavn-Immingham.
Hendan broyting fer fram longu mánadagin í næstu viku, 25. novembur 2024.
Nýggja siglingarætlanin sær nú soleiðis út:
ETD Tórshavn Mánakvøld kl. 19.00 Innlatingarfreist kl. 18.00
ETA Immingham Mikukvøld kl. 20.00
Sølumboð hjá Faroe Ship seta seg í samband við avskiparar viðvíkjandi nærri ETA í UK.
Við vón um góða móttøku,
Fiskamarknaður Føroya
Góðu viðskiftafólk,
Skiparin á Polfoss metir ikki tað er ráðiligt at sigla úr Noregi yvirum til Føroyar í vikuskiftinum.
Aldan er áleið 9metrar og nógvur vindur.
Tískil er fráferðin til Scrabster mánadagin í næstu viku hervið avlýst.
Fiskamarknaður Føroya
Góðu viðskiftafólk,
Skal hervið gera vart við, at innlatingarfreistin í morgin til Immingham er framskundað.
Nýggj innlatingarfreist eitur nú kl. 14.00 í morgin, fríggjadagin.
Veðrið í morgin seinnapart verður sera ringt, og møguleiki er fyri at vit ikki fáa arbeitt uppá skipini.
Men vit gera eina roynd at fáa skipið avstað, áðrenn hann veksur um vindin seinnapartin.
Við vón um ETA Immingham sunnudagin kl. 18.00.
Innlatingarfreistin til Bremerhaven er kl. 17.00.
Fiskamarknaður Føroya