Stapin á søluna 06-11-2024

Stapin selur 6/11-24

Hann hevur mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Eisini hevur hann nakað av skøturavum og havtaskuhalar

Fiskamarknaður Føroya

Meting fyri viku 45, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Møguliga fer annað út í vikuni.  Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum,  tvey eru við Grønland og so er eitt á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur.  Veðurvánirnar eru brúkiligar, serliga fyrst í vikuni, so vit vantað nakað av útróði.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska tosk á Íslandsrygginum. Báðir koma at landað í vikuni. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt. Vantandi landa øll í vikuni. Trý pør liggja við bryggju, men helst fer okkurt parið út í næstum.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí og kemur hann helst at landað miðskeiðis í vikuni. Hann fiskar mest hýsu og tosk og so eitt sindur av flatfiski.Møguliga fer onkur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Meting fyri viku 44, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju.  Seks frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum,  tvey eru við Grønland og so er eitt á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur.  Veðurvánirnar eru brúkiligar onkrar dagar, so vit vantað nakað av útróði.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir fiska tosk á Íslandsrygginum, men teir eru nýliga byrjaðir túr, so tað er ivasamt um nakar kemur inn í vikuni.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Vantandi landa øll í vikuni. Trý pør liggja við bryggju.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí og kemur hann helst at landað miðskeiðis í vikuni. Møguliga fer onkur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Frá Faroe Ship

Góðu viðskiftafólk,

Eg má tíverri fráboða, at siglingin til Scrabster í næstu viku er avlýst.

Holmfoss hevur fingið skaða í Noregi, og umvælingin fer at taka umleið 7-10 dagar.

Vinaliga haldið okkum til góðar..

Meting fyri viku 41, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju.  Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland, eitt í NEAFC økið, eitt er við Grønland og so er á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðurvánirnar eru ikki góðar fyrst í vikuni, men tó frægari seinni í vikuni. So vit vanta ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Vit vantað at tveir landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og ein er við Eysturgrønland.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út seinni í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her

Stapin og Sandshavið á søluna 02/10-2024

Stapin og Sandshavið verða søluni 02/10-2024 kl 11:30

Teir hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu og so hava teir eitt sindur av upsa og øðrum fiski.

Stapin hevur fiska við Ísland og Sandhavið við Føroyar

Fiskamarknaður Føroya

Pison á søluna 01-10-2024

Pison kemur á søluna týsdagin 01/10-2024

Hann hevur fiska á Íslandsrygginum og hevur mest av svatkalva og toski. So hevur hann eisini eitt sindur av lira og brosmu

Fiskamarknaður Føroya