Filmar um hagreiðing av fiski

Nú ber aftur til at síggja filmarnar um hagreiðing av fiski, sum vóru gjørdir í smb. við filmin “Nærlagni umborð”

Eisini er ein filmur um hvussu man á rættan hátt sker skøturavar.

Filmarnar finnur man inni á heimasíðuni við at fara undir “leinkjur” og velja “hagreiðing”

Fiskamarknaður Føroya

Gott nýttár

Vit á Fiskamarknaði Føroya vilja ynskja øllum okkara viðskiftafólki og teirra kæru, eitt gott nýtt ár og takka fyri gott samstarv í farna árið og við vón um framhaldandi góðum samstarvi í 2019

Vinarliga heilsan.

Vit á Fiskamarknaði Føroya

Meting um tilfeingið fyri viku 1, 2019

Samandráttur.

Línuskip:  Øll línuskipini liggja við bryggju. Vit rokna við at fleiri fara avstað beint eftir nýttár.

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðrið verður eisini gott, so vit vantað nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru vestanfyri og fiska upsa. Landað møguliga síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað fyrst í tí nýggja árinum.

Partrolarar:Trý pør eru nýliga byrjaði túr og landað tey helst síðst í vikuni. Fleiri pør fara avstað beint eftir nýttár.

Trolbátar: Tríggir trolbátar eru til fiskarí. Tveir eftir havtasku og ein eftir tosk og hýsu.

Garnaskip: Tvey garnaskip eru til fiskarí og koma helst at landað síðst í vikuni. Eitt er úti og setur gørnini, meðan tað fjórða liggur við bryggju.

Heinta alla metingina her

NFCS og Barðið stongt 29-31 des.

Vit hava fingið skriv frá landingarmiðstøðunum NFCS og Barðinum:

“Av tí at eingin avskiping er mánadagin 31 des. verður ikki tikið ímóti fiski frá leygardegnum 29 des og til og við mánadagin 31 des.

Opið verður aftur sum vanligt 02.01.2019

Gott nýggjár 🙂

Vinarliga NFCS og Barðið”

Gleðilig jól

Vit á Fiskamarknaði Føroya ynskja øllum okkara viðskiftafólkum eini góð og gleðilig jól.

Vinarliga heilsan.

Vit á Fiskamarknaði Føroya.

Meting um tilfeingið fyri viku 51, 2018

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm línuskip eru til fiskarí. Øll fiska tosk og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at trý landað mánadagin og so hini antin týsdagin ella mikudagin. Restin liggur við bryggju og fara neyvan avstað aftur áðrenn jól. Fystilínuskipini koma at landa fyrst í vikuni.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður nakað ivasamt ein part av vikuni og so tað at jólini nærkast,ger at vit rokna ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti og koma teir vantandi at landa mikudagin. Smáligt fiskarí.

Partrolarar: Seks pør eru úti og koma tey øll at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er einki serligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Ein hevur lagt til jóla, men hinir trýggir koma vantandi at landa hósdagin.

Heinta alla metingina her

Frystur fiskur á søluna ímorgin 13 des. 2018

Stapin og Kambur koma at selja tosk og hýsu á søluni ímorgin 13 des.

Stapin hevur 110 tons av toski og 80,5 tons av hýsu.

Kambur hevur 110 tons av toski og 70,5 tons av hýsu.

Fiskurin er fiskaður vestanfyri Føroyar.

Støddir og prísir kunna síggjast her

Meting fyri viku 50, 2018

Samandráttur.

Línuskip:  Fimm línuskip eru til fiskarí, harav eitt er við Ísland og restin undir Føroyum, men vit vanta at fleiri fara avstað um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu. Fiskaríið er gott. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. Vit rokna við at nøkur skip koma at landa í vikuni. Línuskipini gera neyvan meir enn tann eina túrin fram til jóla.

Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður nakað ivasamt ein part av vikuni, so tí rokna vit ikki við nógvum útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Tveir koma at landa mánadagin, meðan ein er nýliga byrjaður tú og ein liggur við bryggju. Skipini fiska bæði tosk, kongafisk og blálongu.

Partrolarar: Næstan øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður, men tey fáa tó nakað av hvítum fiski. Pørini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Fimm eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men tann eini byrjaði norðanfyri og hevur tískil nakað av toski og hýsu eisini. Tríggir landa mánadagin og so tveir seinni í vikuni. Ein er nýliga byrjaður túr norðanfyri og kemur nokk at landa síðst í vikuni.

Garnaskip: Allirfara út um vikuskiftið og koma helst allir at landað síðst í vikuni ella fyrstí aðru viku. Fiskaríið er eitt sindur ójavnt.

Heinta alla metingina her

Ågot á søluna mánadagin

Ågot hevur boða frá at teir verða á søluni mánadagin 10 des.

Teir hava fram til 5 des. fiskað 75 tons av toski, 66 tons av hýsu, góð 5 tons longu, 3 tons av brosmu og so nakað av øðrum.

Tilfeingið fyri viku 49, 2018

Samandráttur.

Línuskip: Fimm línuskip eru til fiskarí, men vit vanta at fleiri fara avstað um vikuskiftið. Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu. Fiskaríið er gott. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum. Vit rokna við at nøkur skip koma at landa í vikuni.

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðrir verður gott fyri tað mesta, so vit rokna við nógvum útróðri. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Allir eru til fiskarí, men allir eru nýliga byrjaðir túr, so vit vantað ikki at nakar landar í vikuni. Skipini fiska upsa, svartkalva og stinglaks.

Partrolarar: Næstan øll pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður, men tey fáa tó nakað av hvítum fiski. Pørini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Bara ein er til fiskarí, men vit roknað við at fleiri fari út um vikuskiftið. Helst fara nakrir at fiska havtasku og nakrir møguliga eftir tosk og hýsu. Helst landað teir síðst í vikuni.

Garnaskip: Allir fara út um vikuskiftið og koma helst allir at landað síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fiskaríið er eitt sindur ójavnt.

Heinta alla metingina her