Stapin og Jógvan I á søluna mánadagin 22/07-2024
Stapin og Jógvan I koma á søluna mánadagin 22/07-2024 kl. 11:30
Báðir hava fiska við Føroyar.
Teir hava uml:
Toskur 10 tons.
Longu 32 tons.
Brosmu 30 tons.
Hýsu 7 tons.
Blálongu 2 tons.
Skøturæðar 1,8 tons
So hava teir eisini nakað av hvítingi, upsa, lira og kalva
Meting fyri viku 30, 2024
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Fýra frystilínuskip eru við Føroyar og eitt er við Grønland. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin verður harður. men veðri verður gott fyri tað mesta, so vit vanta nógvan útróður. Nakrir fara helst út á Føroya Banka
Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir fiska svartkalva við Føroyarog ein frystitrolari er í bretskum sjógvi og fiskar eisini svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Meting fyri viku 29, 2024
Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Grønland, eitt er á á Flemish Kap og eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fleiri fiska á Føroya Banka, fleiri við snellu og aðrir við línu.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk á Íslandsrygginum og tveir ísfiskatrolarir og ein frystitrolari eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og eitt par fiskar tosk á Íslandsrygginum. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Meting fyri viku 28, 2024
Samandráttur
Línuskip. Eitt línuskip er ávegis til Íslands og eitt fiskar norðanfyri og landar fyrst i vikuni .Eitt frystilínuskip fiskar undir Føroyum.og fiskar mest av longu og brosmu. Tvey eru á Íslandsrygginum, tvey eru á Flemish Kap og eitt við Grønland.
Útróður: Streymurin batnar og veðrið sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fleiri fiska á Føroya Banka og fiskaríið er hampuligt.
Djúpvatnstrolarar: . Ein frystitrolari er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Ísfiskatrolarirnir eru eisini í bretskum sjógvi og fiska svartkalva.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Hampuligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein er á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Allir landa í vikuni. Vit vænta at hinir fara út um vikuskifti
Garnaskip: Eitt er norðanfyri og eitt er vestanfyri. Báðir fiska svartkalva.
Eingin sigling til Scrabster mánakvøldið 10/06-2024
Faroe Ship boðar frá at tíverri er eingin sigling til Scrabster 10/06-2024
Fiskamarknaður Føroya
Eivind á søluna 15-05-2024
Eivind kemur á søluna 15-05-2024 við frystum fiski.
Tað er mest av toski, 46 tons, brosma 29,5 tons og 10 tons av longu.
Eisini hevur hann nakað av toskarognum, 7 tons og longurognum, 1 tons.
So eru uml 2 tons kalvi, 900 kg kongafiskur og 3,7 tons skøturavar.
Fiskamarknaður Føroya
SØLAN MÁNADAGIN 13/05-2024 VERÐUR KL. 08:00
Vegna fráboða verkfall 13/05 -2024 er sølan framskundað til KL 08:00
Vinarliga Fiskamarknaður Føroya
Meting fyri viku 20, 2024
Samandráttur.
Línuskip. Bæði liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, trý eru við Grønland, fýra eru á ella ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska tosk og ein fiskar kongafisk og svartkalva Ein frystitrolari er við Flemish Kap og ein er við Føroyar. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Meting fyri viku 19, 2024
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí, men er nýliga byrjaður túr. So tað er ivasamt um hann landar í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Føroyar, fýra eru við Grønland, eitt er á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður harður, men veðri verður gott, so vit vanta nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Allir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
