Kambur kemur at selja týsdagin 29/04-25
Kambur hevur 25 tons av longu, 5,3 tons av toski, 6,9 tons av hýsu, 22,5tons av brosmu og so smáar nøgdir av øðrum fiskasløgum. Fiska við Føroya
Fiskamarknaður Føroya
Kambur kemur at selja týsdagin 29/04-25
Kambur hevur 25 tons av longu, 5,3 tons av toski, 6,9 tons av hýsu, 22,5tons av brosmu og so smáar nøgdir av øðrum fiskasløgum. Fiska við Føroya
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og fimm eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, veðri verður gott fyri tað mesta. Vit vantað nakað av fiski frá útróðrabátunum.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsryggium og fiskar tosk, ein fiskar upsa og so er ein bretskum sjógvi og fikar svartkalva. Tveir landa vantandi síðst í vikuni, meðan tann triðji landar í aðru viku.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Okkurt parið fer avstað í næstum. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Teir koma at landa miðskeiðis ella síðst í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Ein garnabátur fiskar havtasku og kemur helst at landa eftir páskir.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Bátafiskur tekur ikki ímóti fiski frá fríggjadegnum 25/04-25 til og við mánadagin 28/04-25
Fiskur verður tó landaður á Eiði og so koyrdur til Barðið í Tórshavn.
Fiskamarknaður Føroya
Hýsan hjá Mars kemur á søluna ídag
Fiskamarknaður Føroya
Pison kemur at selja hósdagin 24/04-25
Pison hevur 9 tons av longu, 7,5 tons av toski, 2,9 tons av hýsu, 2,9 tons av brosmu og so smáar nøgdir av øðrum fiskasløgum. Fiska við Føroyar
Pison hevur eisini fiska við Eysturgrønland. Har eru 159 tons av toski og smáar nøgdir av øðrum fiskasløgum
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið er til fiskarí og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av hvítingi, brosmu og longu. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og eitt er við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður ikki nakað serligt um páskirnar, men eftir páskir sær betri út. Men tað takast við fyrivarni, tí forsøgnin er ivasom, tá tað er so langt frammi í tíðini.
Djúpvatnstrolarar: Tríggir eeru á Íslandsryggium. Smáligt fiskarí. Allir landa vantandi síðst í vikuni.
Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og landar eitt par leygardagin og hini helst síðst í komandi viku. Okkurt parið fer avstað í næstum. Eitt par fiskar gulllaks og tvey liggja við bryggju.
Trolbátar: Bara ein er úti, men onkur ætlar sær út um páskirnar. Teir koma at landa miðskeiis ella síðst í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Ein garnabátur fiskar havtasku og kemur helst at landa eftir páskir.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Mars kemur at selja mikudagin 16/04-2025
Mars hevur fiska við Føroyar
Hann hevur uml:
Tosk 18,8 tons.
Hýsu 17,5 tons
Longu 28 tons.
Brosmu 16,5 tons.
Upsa 2 tons.
Hvíting 1,7 tons.
Skøturavar 1,8 tons.
Longurogn 0,8 tons
Toskarogn 0,5 tons
So hevur eitt sindur av kalva, havtaskuhalum og steinbíti.
Fiskamarknaður Føroya
Hey
Dagføring av skipanum
Týsdagin 15. apríl. 2025 frá uml. kl. 13:00, og til uml. kl. 17:00 verða skipanirnar á FMF óvirknar vegna dagføringar.
Tað merkir m.a. at Kundaportalur, Uppboðsøluklientur, OnLine uppgerð, Veiðiváttan og annað samskifti, ikki verða tøkt í nevnda tíðarbili.
Eftir nevnda tíðarbil, og áðrenn møguliga sølu mikudagin 16. apríl, SKULU allir keyparar hava dagført Uppboðssøluklientin við at hava downloada og instalera dagførdu skipanina herfrá: https://fmf.fo/setup.exe
Tit eru vælkomin at ringja til okkum á 414141 um tit ivast í onkrum
Fiskamarknaður Føroya
Samandráttur.
Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Sjey frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit vanta nakað av útróðri, men páskirnar eru fyri framman, so tað kemur nokk at hava sína ávirkan hvussu nógvur útróður verður.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí, men helst fer onkur avstað í næstum. Ongin landar fyri páskir.
Partrolarar: Tvey pør eru til fiskarí og landar annað, møguliga bæði áðrenn páskir. Okkurt parið fer avstað í næstum. Eitt par fiskar gulllaks og tvey liggja við bryggju.
Trolbátar: Tríggir trolbátarnir fiska norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Allir landa fyrst í vikuni
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa tvey í vikuni, meðan tað triða landar eftir páskir.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Brstir kemur á søluna fríggjadagin.
Hann kemur at selja 12 tons av svartkalva og 5 tons av svartkalvahøvdum
Fiskamarknaður Føroya