Frá mánadegnum 13/01 verður sølan kl 09:00
Frá mánadegnum 13/01 verður sølan kl 09:00 og tí muga vit fáa frábðanir til søluna ein tíma fyrr.
Ein onnur broyting verður eisini og tað er at hýsan verður seld fyrst.
Vinarliga heilsan
Fiskamarknaður Føroya
Klakkur og Pison á søluna ídag 07-01-2025
Klakkur og Pison koma á søluna ídag 07/01-25
Teir hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu. So hava teir eitt sindur av svartkalva , hvíting og øðrum fiski.
Fiskamarknaður Føroya
Meting fyri viku 2, 2025
Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er vestanfyri og fiskar mest av toski og hýsu. Eitt frystilínuskip er við Ísland og fimm eru við Føroyar
Útróður: Streymurin er hampuligur, men veðri verður ikki so gott, so tað verður ikki tað stóra av útróðri. Men vit rokna við at nakrir av teimum størru útróðrabátunum gera onkran túr.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er á Íslandarygginum og ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, tó landar eitt par ídag 6/1. Tað hava mest av hýsu, meðan hini fiska mest av upsa og so nakað av rudi.
Trolbátar: Fýra eru á Skeivabanka og ein er norðanfyri. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Annað landar ídag 6/1 og hitt seinni í vikuni. Smáligt fiskarí
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
Eivind á søluna fríggjadagin 03-01-2025
Eivind kemur á søluna fríggjadagin 03/01-25
Hann hevur uml 60 tons longu, 53 tons brosmu, 26 tons tosk, 26 tons hýsu, 7,8 tons skøturævar og so nakað av upsa og kalva.
Hann hevur fiska við Føroyar
Fiskamarknaður Føroya
Gott nýggjár
Fiskamarknaður Føroya vil ynskja øllum eitt gott nýttár og takka fyri tað brátt farna.
Vit vilja eisini takka fyri gott samstarv í brátt farna árið og við vón um framhaldandi góðum samstarvi
Fiskamarknaður Føroya

Gleðilig jól
Øllum okkara viðskiftafólkum, bæði á sjógvi og landið, verða ynkst eini gleðilig jól.

Siglingarætlan hjá Faroe Ship og Smyril Line fyri viku 52 og viku 1
Hetta er siglinarætlanin hjá Faroe Ship:
VIKA 52
Mánadagur 23.12.2024 EINGIN SIGLING TIL IMMINGHAM
Fríggjadagur 27.12.2024 EINGIN SIGLING TIL IMMINGHAM
Fríggjadagur 27.12.2024 Vanlig sigling til Bremerhaven og Aarhus
***GG! Legg til merkis, at Maersk bókingar mugu vera inni mánadag 23.12.2024.
***GG! Legg til merkis, at innlatingarfreist annars er kl. 12.00 fríggjadag 27.12.2024.
Sunnudagur 29.12.2024 Vanlig sigling til Reykjavíkar – Einki samband til USA, Kanada og Rotterdam
VIKA 01
Mánadagur 30.12.2024 EINGIN SIGLING TIL IMMINGHAM
Leygardagur 04.01.2025 Sigling til IMMINGHAM (ETA IMM Mánadag!) Vegna frídag í Reykjavík 01.01.2025.
Sunnudagur 05.01.2025 Vanlig sigling til Reykjavíkar – harfrá samband til USA, Kanada og Rotterdam.
Hetta er siglingarætlanin hjá Smyril Line:
WEEK 52
Glyvurnes ETD Tórshavn Tuesday 24.12.24 at 2200 lt with ETA Hirtshals Thursday 26.12.24 at 1130 lt NB ! ETD & ETA +/- 12 HOURS
Mykines ETD Tórshavn Wednesday 25.12.24 at 2200 lt with ETA Rotterdam Monday 30.12.24 (via Thorlaukshofn, Iceland)
Akranes NO DEPARTURE
Norrøna NO DEPARTURE
WEEK 01
Glyvurnes ETD Tórshavn Tuesday 31.12.24 with ETA Hirtshals Friday 02.01.25 NB ! ETD & ETA +/- 12 HOURS
Mykines ETD Tórshavn Wednesday 01.01.25 with ETA Rotterdam Monday 06.01.25 (via Thorlaukshofn, Iceland)
Akranes NO DEPARTURE
Norrøna ETD Tórshavn Friday 03.01.25 at 2000 lt with ETA Hirtshals Sunday 05.01.25 at 1100 lt
WEEK 02 Sailing schedule as usual
Vinarliga Fiskamarknaður Føroya
Sandshavið og Mars selja ímorgin 19-12-2024. Polarhav og Jákup B koma eisini á søluni.
Frá Snarfrost
Vit hava stongt frá Hósdegnum 19/12 til 2 Januar
Fiskamarknaður Føroya
