Meting fyri viku 14, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fer annað avstað í vikuni. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, trý eru við ella ávegis til Eysturgrønland og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður og veðri verður heldur óstøðugt, so vit vanta ikki nógvan útróður, men okkurt verður.

Djúpvatnstrolarar: Allir ísfiskatrolarirnir liggja við bryggju, men fara helst avstað í vikuni.Ein frystitrolari fiskar svartkalva.

Partrolarar: Allir partrolarirnir, uttan tvey pør, eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Teir fáa eisini nakað av hvítfiski, serliga hýsu og hvíting.  Fleiri pør landa í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og koma vantandi allir at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa allir í vikuni

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her