Meting fyri viku 28, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og kemur at landa fyrst í vikuni. Tað fær mest av toski og svartkalva. Eitt fiskar longu og brosmu og kemur tað at landa fyrst í vikuni. Seks frystilínuskip fiska undir Føroyum. Tey fiska mest av longu og brosmu.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri sær út til at blíva heldur ivasamt í vikuni, so vit rokna ikki við nógv av útróði. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalvi.  Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fiska mest av toski, hýsu og so flatfisk. Báðir landa í vikuni. Vantandi fer onkur avstað í næstum.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her