Samandráttur.
Línuskip: Tvey eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, svartkalvi og so nakað av lira og blálongu. Eitt er eystanfyri og fiskar svartkalva og so nakað av blálongu. Eitt er vestanfyri og fiskar mest av longu og so nakað av brosmu og toski. Eitt landar mánadagin og hinir helst miðskeiðis ella síðst í vikuni. Nøkur hava lagt fyri summari.
Útróður: Streymurin harðnar, men veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er heldur lakari nú.
Djúpvatnstrolarar:Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í næstum. Vantandi landar ein norskur trolari svartkalva síðst í vikuni.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í næstum. Nú er ein steðgur á landleiðini í tvær vikur, men møguliga fer onkur at royna uttanfyri landleiðina.
Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og fiskar tað svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her
Heinta feriuætlanina hjá virkjum og landingarmiðstøðunum her