MANNAGONGDIR

Mannagongdir

 

Fiskamarknaður Føroya hevur uppboðssølu av fiski mánadag til fríggjadag kl. 10.00.

Uppboðssølan verður skipað soleiðis:

–  Tá uppboðsølan byrjar, ringja keypararnir inn á søluna, við einum telefonnummari  ið er ávíst av Fiskamarknaði Føroya.

– Uppboðsøluhaldarin ásetur ein prís og byrjar at selja. Um ongin  kemur inn   telur  niður til keyparar koma inn og prísurin fer so uppeftir aftur, til bara ein keypari  er eftir og eigur tá viðkomandi  keypari  boðið. Keyparin kann tá velja, um hann tekur alla nøgdina, ella bara eina ávísa nøgd. Hildið verður fram soleiðis, til allur fiskurin er seldur.

– Minsta nøgdin, sum kann verða tikin burturav tí útbjóðaða , er eitt partí, 1 tons  ella tann av uppboðssøluhaldaranum frammanundan upplýsta nøgd.

– Selt kann eisini verða sum høvuðsfiskaslag. Tá verður fiskurin bjóðaður út fyri ein minstaprís sum skal verða náddur. Um sølan er lægri enn minstiprísurin sum skipið vil hava, verður sølan ógildað.

– Fyri at kunna verða við á søluni, er neyðugt at hava ein “IClient”, sum kann heintast undir “um okkum” og síðani “skjøl  at taka niður”.