Samandráttur.
Línuskip: Undir Føroyum eru átta línuskip. Tey fiska mest av toski og hýsi og so nakað av longu og brosmu. Tey landað sum vikan líður. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men tað landar neyvan hesa vikuna. Tvey eru við Ísland og kemur annað at landað miðskeiðis í vikuni og hitt helst fyrst í aðru viku. Tey fáa mest av toski og so nakað av longu, hýsu og brosmu.. Av frystilínuskipunum er eitt á Flemish Kap, landar mánadagin, tvey fiska við Grønlandi, eitt tekur ímóti fiski við Grønlandi og eitt liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðri verður gott, so vit vantað nógvan útróður. Bátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí. Hann er á djúpum vatni og kemur helst at landað mánadagin. Restin liggur við bryggju.
Partrolarar: Tey flestu eru til fiskarí. Øll fiska upsa. Fiskaríið er smáligt, tó fáa tey okkurt gott hálið av og á.
Trolbátar: Allir eru til fiskarí. Tveir fiska tosk og hýsu, meðan hinir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Fýra landað mánadagin og so hinir seinni í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Allir ísa fiskin umborð og koma at landað sum vikan líður
Heinta alla metingina her