Línuskip: Trý ísfiskalínuskip eru undir Føroyum. Tvey fiska tosk og hýsu, meðan tað triðja fiskar mest av longu og brosmu. Øll koma at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fara fleiri út tá veðri batnar. Tvey frystilínuskip eru til fiskarí, eitt á Íslandsrygginum og hitt er við Grønland.
Útróður: Streymurin verður harður og veðri verður umskiftandi, so tí vantað vit ikki nógvan útróður. Bátarnir hava gott fiskarí.
Djúpvatnstrolarar: Eingin er á ísfiskaveiðu.
Partrolarar: Fimm pør eru úti. Eitt par landar mánadagin og so okkurt seinni í vikuni. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.
Garnaskip: Eitt landar mánadagin, meðan trý landað seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Heinta alla metingina her